Awexi Financials

Vit hava sjálvi ment og sniðgivið Awexi Financials (ERP & CRM), og skipanin er eins væl egna til smáar og stórar fyritøkur. Tey flestu ið nýta okkkara skipan eru tó minni fyritøkur við 1-10 starvsfólkum - so her er pláss fyri øllum.

Excel er okkara vanliga úflytingarmodul, og merkir hetta at meir ella minni øll úrrit eru í reinum Excel-sniði og tørva ikki at verða formbroytt.

Tú kanst rita inn her: Awexi Financials

Roknskapur

Roknskapareindin er eitt fulfíggjað amboð til fíggjarstýring og dagligt bókhald. Møguleikarnir eru nógvir til at gera hagtøl og dátu-inn/út-flytan

  • ERP - alt í somu skipan
  • Innles keypsordrar frá veitarum og flytingarlistar frá bankanum
  • Reint Excel snið
  • Innbygdur nethandil
  • Einki mark á bókingum og fíggjarkontur
  • Einføld MVG-avrokning
  • Nógv ymisk hagtøl
  • Innkeyps modul
  • Tænastu modul
  • Bókhalds og grannskoðara modul
  • Sakstýring
  • Skjót og einføld skráseting og útflytan til Excel
  • Einføld fakturering og tíma/sak-skráseting

 

Ert tú ofta avstað?

Nógvar funkur rigga beinleiðis í telefonini

  • Eitt skraddaraseymað fakturaflow. Einki roks við pappíri! Klikkja teg til at góðkenna talgildar fakturaðir.

CRM

Grundarlagið undir CRM-skipanina er ment í samstarvi við sølufólkum og søluleiðarum. Um tit eisini nýta roknskapar-modulið eru uppaftur fleiri hagtøl og tól til vildar. Tað merkir eisini at tú einans noyðist at skráseta kundar/veitarar eina ferð.

Ein álítandi fyritøka í dag noyðist at vera væl skipað. Awexi CRM verður hýst sum SaaS (Software as a Service). Hetta merkir at tú altíð hevur atgongd til týdningarmiklar upplýsingar.

Faktura/kreditnota kann lættliga innlesast í CRM-skipanina so øll tøl altíð eru dagførd. Tað snýr seg um at hava góð sølutiltøk soleiðis at kundar tykkara fáa sum mest burturúr tykkara tilfeingið.

Awexi CRM er tískil ikki einans ætlað til søludeildina ella avmarkað til starvsfólk ið hava beinleiðis samband við viðskiftafólk. Øll fyritøkan má nýta CRM-skipnanina fyri at hava kundan væl um hendi, bæði tey í roknskapi, framleiðslu, samskipan, innkeyp og fleiri. Fyritøkan fær besta úrslitið um allar deildir gera eina góða íløgu í at nýta CRM-skipanina.

Set teg í smaband við Awexi og fá eitt óforpliktandi prát. Vit koma fegin og vísa tykkum skipanina.

Nethandil

Skipanin hevur innbygdan nethandil ið kann veljast til. Tá ið tú hevur skrásett vøruna í vøruskránna ber til at vísa hana í handlinum umgangandi.

Awexi brúkar Prestashop sum okkara go-to loysn, Prestashop hevur í løtuni meir enn 250.000 handlar á netinum og er ein av størstu aktørunum í mun til nethandil. Prestashop er open source, sum ger tað bíligari hjá tínari fyritøku at brúka teirra mongu møguleikar. Hjá Awexi hava vit ment eitt plugin, sum er knýtt at okkara fíggjarskipan, Awexi Financials. Hetta ger, at tú kanst umsita vøruskráir, dagføra goymslu og prísir beinleiðis úr okkara skipan til tín Prestashop.

Møguleikar í Prestashop:

  • Endaleysir sniðgevingarmøguleikar.
  • Handilin kann integrerast við Awexi Financials.
  • Modul til ein hvønn tørv.
  • Bíligir prísir í mun til kappingarneytarnar.

E-faktura

Alsamt fleiri krøv verða sett til fakturering til tað almenna. Millum annað er tað vanligt at nýta talgilda fakturering til tað almenna.

Kanst tú e-shoppa? Um tín fíggjarskipan útflýggjar XML\CSV rokningar, so hevur Awexi forritini til at senda tínar rokningar víðari til tað almenna og aðrar kundar. Vit kunnu t.d. tryggja tær, at tín faktura/kreditnota verður send sum PDF ella XML alt eftir hvat kundin ynskir. Awexi kann brúka nógv ymisk fakturasnið, so tú kanst trygt seta teg í samband við okkum, um tú hevur eina loysn, sum tú ynskir ​​integreraða - vit eru integratiónsserfrøðingar.

Faktura flow

Eitt skraddaraseymað fakturaflow. Einki roks við pappíri! Klikkja teg til at góðkenna talgildar fakturaðir.

Hetta modulið er væl integrera við innkeypsmodulið. Sostatt verður fakturaðin viðgjørd skjótari og modulið finnur eisini tann ræta móttakaran tá fakturaðir koma inn.

Awexi innaneftir

Halt teg dagførdan við nýggjastu tíðindunum frá Awexi. Kanna gjøgnumbrot, gongdir í vinnuni og vitan frá serfrøðingum. Halt teg kunnaðan og legg teg fremst í kappingini!